Finn tað tú leitar eftir:

Alskyns tól til vinnuna

Bilrøkt veitir gjøgnum góðar samstarvsfelagar, útgerð og tól til alla vinnuna. Hetta umfatar m.a. bingjur, arbeiðsskúrar, vognar, trukkar og mangt annað.

Á hesi síðuni síggjast dømir um hvat vit kunnu bjóða

Arbeiðsskúrar

Bilrøkt fær skaffa arbeiðsskúrar og vognar í ymiskum støddum og innrættingum. 

Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 235888, so finna vit røttu loysnina.

Til ber at seta saman og innrætta skúrar til júst tykkara tørv.

Sí dømi niðanfyri

Skrivstovuskúrar

Óendaligir møguleikar eru við skrivstovuskúrum frá Bilrøkt. Setast kann saman til ein hvønn tørv, við øllum neyðugu hentleikum.

Mannskapskúrar

Alt tær tørvar til starvsfólkini á plássinum, við møguleika fyri køki, vesi og brúsurúmið. Snikkað til tín tørv.

Bingjur

Bilrøkt umboðar Dancontainer í Føroyum

Bilrøkt kann skaffa bæði nýggjar og brúktar bingjur í ymiskum støddum og prísklassum.

Vit kunnu skaffa 8 fót, 10 fót, 20 fót, 40 fót, vippubingjur, skrellibingjur, kontórbingjur, arbeiðskúrar o.m.a.

Á goymslu nú eru nýggjar og brúktar bingjur í støddini 20 fót, 10 fót og 8 fót. Eisini hava vit brúktar 40 fót bingjur á goymslu.

Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 235888, so finna vit røttu loysnina.

Trukkar

Bilrøkt kann veita trukkar í ymiskum prísklassum.

Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 235888, so finna vit røttu loysnina.

Annað

Bilrøkt fær skaffað mangt og hvat, sum er áhugavert hjá vinnuni.