Bilrøkt leggur dent á at stuðla verkætlanum, sum eru viðkomandi fyri okkara virksemi.  

Fyri at gera tað lætt og so rættvíst sum gjørligt, hava vit umsóknarblað á hesari síðu, har til ber at søkja um stuðul.  

Vit viðgera einans umsóknir umvegis umsóknarblaðið á hesi síðu.

Í umsóknini skal greitt koma fram, hvat endamálið er við tiltakinum, hvat stuðulin skal nýtast til og nær hann skal brúkast.

Allar umsóknir um stuðul, skulu vera okkum í hendi minst ein mánaða áðrenn stuðulin skal brúkast.

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn ein mánað frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.