Bilrøkt varð stovnað av Jákup á Borg í 2005 við heimstaði í Tórshavn. Eigaraskarðin varð í 2008 víðkaður við Heina á Borg, sum er pápi Jákup. Í 2011 gjørdist Høgni Eysturoy partur av eigaraskaranum. Vinjard Johansen legðist afturat í 2020.

Virksemi hjá Bilrøkt byrjaði í 2005 við reingerð av bilum og brúktbilasølu. Jákup á Borg setti felagið á stovn, og hevur sitið sum stjóri síðan. At byrja við, var tað Jákup og eitt hjálparfólk, ið stóðu fyri øllum virkseminum hjá virkinum.

Í fyrstuni var virksemið í gamla verkstaðnum hjá Suzuki við Varðagøtu í Havn. Her varð arbeitt við at reingerða bilar fyri kundar, umframt søla av brúktum bilum. Tað gjørdist skjótt greitt, at hølini vóru ov trong.

Bilrøkt flutti síðan í munandi størri hølir í Pedda við Steinsgøtu eftir hálvt annað ár við Varðagøtu. Hesi høli royndust væl, men slitið var. Her var nógv betri pláss, og tí bleiv pláss fyri mekaniskum verkstaði, ið kundi loysa smærri uppgávur sum bremsur, dekkskift, oljuskift og tílíkt. Tað var eisini í hesum hølunum at leigubilavirksemi bleiv byrjað. Hesi hølini blivu nýtt í hálvt annað ár, tá flutt bleiv út í Stiðjagøtu.

Í Stiðjagøtu var ein rúgva av plássi og allarbestu umstøður. Her var gott pláss til virksemi, sum var tá. Umframt tað, var góður møguleiki at vaksa enn meir, og víðka úrvalið av tænastum. Tá setti Bilrøkt sær fyri at innflyta dekk og hava goymslu í Føroyum. Rustverja av bilum byrjaði eisini í hølunum á Stiðjagøtu.

Í 2015 byrjaði Bilrøkt samstarv við upphøggaran Sindal Autoophug í Danmark, og kundi harvið veita bíligar brúktar eykalutir til kundar í Føroyum. Eisini tók virksemi, við serligum denti á vinnukundar, seg upp tá. Bilrøkt byrjaði at innflyta flutningsbingjur, arbeiðsskúrar og alskyns onnur tól til allar vinnur. Hetta virksemi er økt støðugt og er partur av úrvalinum hjá Bilrøkt í dag.

Virksemi er sostatt økt støðugt og tænastuúrvalið víðka munandi gjøgnum árini. Í dag veitir Bilrøkt nógvar ymsar tænastur til bilar. Hesar eru: Brúktbilasøla, Leigubilar, mekaniskur verkstaður, reingerð av bilum innan og uttan, rustverja av bilum, dekksølu, dekkhotel og søla av reingerðarevnum. Afturat hesum kemur vinnuligi parturin við arbeiðstólum, bingjum og skúrum.

Við ársbyrjan 2020, lat Bilrøkt upp sum bilasøla við nýggjum bilum. Latið varð upp við framkomna merkinum Kia. Í Mai 2020 gjørdist Bilrøkt eisini umboð fyri MG í Føroyum og í Januar 2021 gjørdist Bilrøkt umboð fyri ISUZU.