Service og garanti
Við yvirtøkuni sum bilhandlara, tekur Bilrøkt eisini yvir viðlíkahald av bilum og er góðkendur viðlíkahaldsverkstaður av Kia og MG bilum.
Bilrøkt tekur sær av garanti og eftirlit av øllum umboðaðum merkjum.
Við keyp av nýggjum bili fylgir ein trygd við frá verksmiðjuni, ið er galdandi í ásett áramál ella kilometratal. Fyri at trygdin skal vara við, er neyðugt at møta upp til eftirlit.
Sýn
Bilrøkt er góðkendur verkstaður, og kunnu vit góðkenna bilin tá hann verður gjørdur sambært sýn. Hetta ger tað lættari hjá tær sum kunda, og sleppur tú í flestu førum undan at fara til umsýn av bilinum, tá hann er gjørdur hjá okkum.
Støkk inn á gólvið hjá Bilrøkt, vit eru altíð klárir at hjálpa og vegleiða tær við bili tínum.
Umvæling
Hjá Bilrøkt verða umvælingar av øllum bilum gjørdar, tað verið seg skift av bremsum, kammreim, stoytdoyvarum, umvæling av stýriliðum, bremsum og, somuleiðis sum oljuskift eisini verður avgreitt.
Verkstaðurin er útgjørdur við dagførdum tólum, ið viðvirka til at fáa avgreitt umvælingarnar á fullgóðan hátt.