Picanto

Fullkomni býarbilurin

Kia Picanto er altíð klárur at geva tær mest møguligt burturúr hvørjum túrið. Við allari tí nýggjastu trygdartøknini sum blindvinkul ávaring (BCAA), parkeringshjálp (PDW) og automatiskari neyðbremsu (FCA), ert tú altíð í tryggastu hondum. Picanto er bygdur við sterkari og meir framkomnum stáli (AHSS), ið syrgir fyri at einum behagiligum túri við minni óljóði og ristingum.

Fittligur og flottur

Við upp til 225 l hevur Picanto tað størsta viðførisrúmið í sínum flokki. Baksetrini eru løtt at klappa niður so viðførisrúmið er flatt og tú hevur pláss fyri øllum tær tørvar.
Kabinan í nýggja Picanto er rúmligari enn fyrr, og fæst hann við 4 ella 5 setrum. Ein rúgva av hentari útgerð fylgir við og ber til at bíleggja fyrstafloks eykatútgerð.
Nýggi Picanto fæst við nýmótans bakkikamera við hjálpistrikum, ið venda tá tú vendir róðrinum.