EV6

Nýggi Kia EV6 kemur til Føroyar í næstum

Fyrsti el-bilur frá Kia, ið er bygdur upp frá grundini, kemur skjótt við slóðbrótandi tøkni, komfort og koyrieginleikum. At bilurin er bygdur sum EL-bilur frá grundini av merkir m.a. at tú fær mest møguligt pláss í kabinuni. Nýggj løðitøkni ger tað møguligt at løða í 5 min. og fáa yvir 100 km av koyring. Løðing frá 10% til 80% tekur 18 min. Stóra battaríið á 77,4 kWh kann koyra upp til 510 km á einari løðing. Afturat øllum hesum kann EV6 fáast við sleipikróki, og sleipar upp til 1.600 kg.

Íblástur til framtíðina

Tveir stórir 12,3" panoramaskermar bjóða ríkiligt av kunning og brúkaravinarliga uppseting.
Við burðardygd í huga eru setrini í EV6 framleidd av endurnýttum PET-fløskum, kunstleðri ella hágóðsku ruskinn.
Augmented Reality Head-Up Display tryggjar at tú fær alla neyðuga kunning uttan at hyggja burtur frá ferðsluni