Bilrokt.fo

Tlf. 35 88 88


Nýggjur Nissan Qashqai á veg


13. november 2013

Ì februar 2014 væntar Auto Service, sum umboðar Nissan í Føroyum, at hava tann nýggja Nissan  Qashqai. Tað sum er sermerkt við tí nýggja Qashqai er, at tað eru 5000 eigarir av gamla modellinum sum hava sent myndir inn til Nissan, fyri at vísa á hvussu tey høvdu designa bilin. Nissan hevur so samansett allar hesar detaljur frá kundunum, og komin fram til hettar nýggja modellið.
Sigast kann um bilin, at hann er lættari, 49mm longri, meir pláss fyri passagerar og viðføri. Bilurin fer at vera útgjørdur við betri teknologi, festiligari koyrieginleikum og so eisini einum nýggjum sniðið.
Tann nýggji bilurin fæst við fýra ymiskum motorum :
1,2 DIG-T 115 Hk
1,6 DIG-T 150 Hk
1,5 dCI 110 Hk
1,6 dCI 130 Hk

Sølumennirnir hjá Auto Service eru sera spentir uppá nýggja Qashqai. Gamla modellið sum kom út í 2007, man vera tann cross-over, sum er ein tann mest seldið í Føroyum seinastu árini.


« Aftur