Bilrokt.fo

Tlf. 35 88 88


Fleiri gloyma baklyktirnar


1. november 2013

Tað gerst tíverri ein vanlig sjón, at síggja bilar koyra í myrkri ella skýming, sum ikki hava tendra bakljósini. Orsøkin at førarnir gloyma at tendra bakljósini, er nýggja EU reglan sum kom í gildi í 2011, har allir nýggjir bilar fingu automatisk koyriljós. Hettar bleiv gjørt fyri at leingja livitíðuna á peruni og gera bilin meir økonomiskan. Tó halda vit á Bilrøkt at hettar gongur útyvur trygdina.
Summir bilar tendra nemliga ikki bakljósini automatiskt, tá tað fer at skýma, og vita summir bilførarir ikki av, at sjálvt um ljósini eru tendraði framman, so er tey ikki tendraði aftan. Ì hesum førum má bilførarin sjálvir snara knøttinum og tendra ljósini.
Vit vilja tó heita á allar bilførarar um at kanna um ljósini aftan tendra automatiskt. Gera tey ikki tað, so ber til at fara inn á eit autorisera verkstað, og fáa hettar broytt inni á systeminum á bilinum. Eisini kann man sum keypari á einum nýggjum bili, fáa forhandlaran at programera bilin til eisini at tendra bakljósini automatiskt.
Við hvørt kann man sku fara ov langt við at hugsa grønt !!


« Aftur